Einki úrslit

KJ søkir vaskifólk

Talan er um eitt tímalønt starv á áleið 4 tímar um dagin.  Tú verður partur av einum vaskitoymi og arbeiðstíðin er frá 16:00 til 20:00.

 

Vit vænta av tær

  • At tú ert røkin, nærløgd/nærlagdur og álítandi.
  • Tú ert fyrikomandi og arbeiðssom/samur.
  • Ert før/ur fyri at skipa arbeiði sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt.

 

Royndir innan reingerð er ein fyrimunur.

Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn og møgulig viðmælir skulu sendast til starv@kj.fo ella sendast inn við at nýta frymilin niðanfyri. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Ólavur A. Olsen á tlf. 588817.

Arbeiðspláss
Kambsdalur
Arbeiðstíð
Tímalønt
Byrjan
Skjótast gjørligt
Freist
Sunnudagur, 20. apríl 2025

Søk starv