
KJ søkir vaskifólk
Talan er um eitt tímalønt starv á áleið 4 tímar um dagin. Tú verður partur av einum vaskitoymi og arbeiðstíðin er frá 16:00 til 20:00.
Vit vænta av tær
- At tú ert røkin, nærløgd/nærlagdur og álítandi.
- Tú ert fyrikomandi og arbeiðssom/samur.
- Ert før/ur fyri at skipa arbeiði sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt.
Royndir innan reingerð er ein fyrimunur.
Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn og møgulig viðmælir skulu sendast til starv@kj.fo ella sendast inn við at nýta frymilin niðanfyri. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Ólavur A. Olsen á tlf. 588817.